Møguleiki fyri vónríkar sjónleikarar

Casting/upptøkuroynd til nýggjan stuttfilm hjá Rannvá Káradóttir og Mariannu Mørkøre

Í august fara Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir at gera upptøkur til tann fjórða filmin í stuttfilmssavninum The Cycle, sum er ein røð við 8 stuttfilmum. Umframt nr 1, 2, og 3 verður eisini hesin filmurin frumsýndur á risastóra filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn, sum verður 3.-13. november í ár.

Sóknast verður eftir 6 gentum í aldursbólkinum 7-10 ár, og í hesum sambandi verður casting hildin í hølunum hjá kvøldskúlanum í Kongagøtu 7, leygardagin tann 13. august, kl.10 - 14.

Áhugað kunnu melda seg til á staðnum. Castingin tekur bert uml. 10 min.

Genturnar skulu vera ágrýtnar og ósmædnar og kunna vera við til venjingar og upptøkur í tiðarskeiðinum 15. - 21. august.

The Cycle er eitt savn av eksperimentellum dansistuttfilmum uttan beinleiðis søgugongd og dialog millum leikarnar. Dansurin fevnir um einkultar rørslur - tó eru royndir innan dans og leiklist als ikki ein treyt fyri at vera við í filminum. Tað er einkult og skjótt at vera til casting - luttakararnir verða filmaðir og myndir tiknar. Talan er ikki um eina dansiroynd, og neyðugt er ikki at fyrireika seg.

Fyrsti filmurin í røðini, Magma, hevur verið sera væl umtóktur og hevur verið sýndur á altjóða filmsfestivalum, eitt nú á viðurkenda Liverpool Biennial, Berwick Film and Media Arts Festival, International Short Film Festival Santiago de Compostela og Athens International Film & Video Festival, har filmurin eisini hevur verið innstillaður til ymsar virðislønir. Í næstum skal Magma vísast á norðurlendska filmsfestivalinum Nordisk Panorama, sum í ár verður hildin í Århus 23.-28. september 2011. Magma er í kappingarbólkinum Nordic Shorts saman við 33 øðrum filmum.

Til ber at lesa meira um filmsrøðina The Cycle á www.rammatik.blogspot.com <http://www.rammatik.blogspot.com>

Myndina hevur Katrin Svabo Bech tikið.