Møguleiki fyri finalu endurtøku

Í kvøld er lutur drigin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Í fjør vann Víkingur á EB/Streymi í finaluni, og nú lutur er drigin um, hvussu spælast skal í hálvfinaluni, ber til at staðfesta, at møguleiki framvegis er fyri endurtøku av finaluni í 2012.

 

KÍ skal spæla ímóti EB/Streymi, og Víkingur skal spæla ímóti NSÍ.

 

Fyrru hálvfinalurnar vera mikudagin 29. mai í Klaksvík og í Gøtu, og seinnu hálvfinalurnar vera mikudagin 7. august í Streymnesi og í Runavík.

Finalan verður leygardagin 24. august.