Møguleiki fyri føroyingauppgerð í steypafinaluni

Bæði ÍBV og FH hava vunnið seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini, har tey møta øðrum liðum í hálvfinaluni

 

Hóskvøldið 27. juli, og fríggjakvøldið 28. juli verða hálvfinalurnar í íslendsku steypakappingini avgreiddar, og tær eru vorðnar sera áhugaverdar, um ein brúkar tær føroysku brillurnar.

 

Bæði føroyingaliðini, FH við Gunnari Nielsen og ÍBV við Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu hava vunnið seg í hálvfinaluna, og FH og ÍBV møta øðrum liðum í hálvfinaluni. So møguleikin er til staðar, at talan kann gerast um eina føroyingauppgerð millum FH og ÍBV í steypafinaluni, sum verður spæld á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 12. august.

 

Hóskvøldið 27. juli spælir ÍBV ímóti Stjarnuni, og fríggjakvøldið 28. juli spælir FH ímóti Leiknir. Báðir dystirnir byrja klokkan 20.15 føroyska tíð. Steypafinalan verður spæld leygardagin 12. august klokkan 17. 

 

Gunnar Nielsen segði í samrøðu við Rás2 ígjárakvøldi, at tað hevði verið stuttligt at møtt Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu í íslendsku steypafinaluni.

 

Jens Martin Knudsen og Uni Arge vóru í íslendsku steypafinaluni í 1998. Tá spældu Jens Martin og Uni við Leiftur. Í finaluni tapti Leiftur 0-2 ímóti ÍBV. 

 

Í 2000 var Uni Arge aftur í steypafinaluni ímóti ÍBV, hesaferð við ÍA av Akranesi. Tá vunnu ÍA og Uni 2-1. Hetta var fyrsti steypasigur hjá føroyskum spælara uttanlands