Um alt lagar seg í EM-undankappingini hjá manslandsliðunum í hondbólti, so kunnu vit gleða okkum til eitt EM, har 4 norðanlond taka lut. Danmark er tryggjað luttøku í EM-endaspælinum í Eysturríki í 2010, tí teir eru verðandi meistarar. Í undanbólki 1 vann Svøríki ein sera týdningarmiklan dyst á útivølli ímóti Rumenia. Talan gjørdist um ein 36-29 sigur til Svøríki. Hálvleiksstøðan varð 19-15 til Svøríki. Svøríki er á odda í bólkinum við 6 stigum fyri 3 dystir. Rumenia hevur 4 stig fyri 4 dystir, Montenegro hevur 4 stig fyri 3 dystir. Í bólki 3 vann Noreg ígjár 35-24 ímóti Belgia norðuri í Bodø. Norðmenn høvdu trupuleikar við belgiumonnum í 1. hálvleiki, og var norska leiðslan bert 18-15 í hálvleikinum. Men í 2. hálvleiki loysnaði. Noreg hevur 7 stig fyri 4 dystir. Ísland og Makedonia hava 3 stig fyri 2 dystir. Finnland er eins og Føroyar aftast í sínum bólki við ongum stigi fyri 4 dystir. Ísland sat yvir hetta umfarið í bólki 3.