Í kvøld fara tvey tey fyrstu føroysku feløgini at royna seg í ársins Europa League.
Talan er um NSÍ og KÍ, sum eru tvey tey fremstu í landskappingini eftir fjúrtan umfør.
NSÍ er í Norðurírlandi, har Ballaymena United er mótstøðuliðið. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45, og dómarabólkurin er úr Grikkalandi.
NSÍ hevur ikki góðar royndir í europeiskum dystum á útivølli. Liðið hevur verið tólv ferðir á útivølli, og tað er ongantíð eydnast at vinna stig. Føroysk lið hava ongantíð megnað samantalt at vinna ímóti liði úr Norðurírlandi. Tí hevur NSÍ møguleika at seta tvey met. Annað er fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna á útivølli, og hitt er samantalt at vinna ímóti liði úr Norðurírlandi.
KÍ skal spæla ímóti Tre Diori úr San Marino. Dysturin verður á Tórsvølli, har fyrsta bríksl verður klokkan 19. Dómarabólkurin er úr Wales.
KÍ hevur tvær ferðir vunnið í Europaavbjóðing á heimavølli. Fyrra ferðin var 24. august 1995 – á 91 ára stovningardegnum hjá KÍ. Tá var úrslitið í europeisku kappingini fyri steypavinnarar 3-2 ímóti Maccabi Haifa. Olgar Danielsen, sum var skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, skoraði øll trý málini hjá KÍ.
Á útivølli gekk minni væl, tí KÍ tapti 4-0 í Ísrael.
Í fjør vann KÍ í Europa League 2-1 á heimavølli ímóti Birkirkara. Úrslitið á Malta var 1-1, og harvið spældi KÍ seg víðari í kappingini. So spældi KÍ ímóti Zaligris, sum vann 2-1 í Føroyum. Á útivølli megnaði KÍ 1-1 og varð harvið varpað úr kappinini við heilt teprum tapi.
KÍ hevur ongantíð vunnið við meiri enn einum máli á heimavølli. Klaksvíkingar verða roknaðir at vera favorittar í kvøld.