Sosialurin skrivaði í gjár um Studentaskúlan í Eysturoy, sum hevur havt samstarv við svenskan studentaskúla. Freistin at søkja um slíkt samstarv er nú útsett til 17. apríl Ein triði G í Studentaskúlanum í Eysturoy hevur seinastu tíðina havt vitjan av svenskum studentaskúlaflokki.
Umframt vanliga skúlagongd hevur svenki ungdómurin havt høvið at vitja virkir og stovnar í Føroyum og lært um føroyska mentan. Frammanundan hevði føroyski flokkurin vitja í Svøríki, har tey eisini fingu stórar upplivingar bæði í svenska studentaskúlanum og á túrum í landinum.
Hetta flokssamstarv er ein liður í einum samstarvi, sum byrjaði tá lærarin hjá føroyska studentaskúlaflokkinum, Hanna Jensen, fór á eitt skeið um norðurlendsk samstarv.
Síðani søkti føroyski og svenski flokkurin um stuðul frá Norplus. Norplus er ein skipan undir Norðurlandaráðnum, sum gevur ferðastuðul til lærarar og skúlar sum samstarva við skúlar í øðrum norðanlondum.
Í ár er økið víðka til Baltalondini, og umsøknin at søkja um stuðul er 17. apríl.
Tað er Altjóða Skrivstovan sum umsitur Nordplus í Føroyum.
Meira fást at vita á www.ask.fo









