Møguleiki at hyggja

Fríggjadagin verður møguleiki at síggja dystin hjá føroyska landsliðnum móti Russlandi á sjónvarpsskíggja

 

Landsdystur


Tað mundi ivaleyst vera mong, sum harmaðust, at SvF ikki kundi senda beinleiðis, tá landslið okkara fyri viku síðani dystaðist á Luzjniki Stadion í Moskva. Úrslitið var sum kunnugt avbera gott, og hóast tapið høvdu føroysku leikararnir alla orsøk til at vera ernir av avrikinum.

Føroyskir sjónvarpshyggjar hava havt møguleika at sæð brot frá dystinum, men enn hevur so ikki verið gjørligt at síggja allan dystin. Hetta hevur 12. maður nú tikið stig til, og fríggjakvøldið klokkan 20.00 verður B36-húsið karmur um eina seinkaða sýning av dystinum.

Formaðurin í 12. manni, Regin Egholm, sigur, at tað eru nógv fólk, sum hava spurt seg fyri, um ikki onkur møguleiki er at vísa dystin. Víðari sigur hann, at tað umvegis Ivan Moskalenko, sum í trý ár hevur búð í Føroyum, hevur eydnast at fingið fatur á einum sjónbandi við dystinum, og er tað hetta, sum klokkan 20.00 verður sett í videospælaran í B36.

Regin er sum vera man fegin um hendan møguleikan, og vónar hann, at nógv fólk verður at síggja í B36 húsinum.