MÁF og Havnar Sjónleikarafelag skipa fyri ?Special Effect? skeiði

Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er á midnátt í kvøld MÁF og Havnar Sjónleikarafelag skipa fyri einum ógvuliga serstakum skeiði, vikuskiftið 7. til 9. november. Talan er um eitt ?Special Effect? skeið, sum sjónleikarar kunnu fáa stórt framtíðargagn av, bæði tá tað kemur til sjónleik á palli, og framleiðslu av filmum. Skeiðleiðari verður Janus Vinther, sum hevur nógvar royndir innan ?Special Effects? frá Danmark. Á skeiðnum verður eisini Drós Djurhuus, sum eisini hevur royndir innan ?Special Effects?. Skeiðið verður hildið í Skúlabarakkini, sum liggur millum Sjónleikarahúsið og Hans Andriasar Hús. Kostnaðurin er 1.000, um ein er limur í einum sjónleikarafelag, og annars 1.500 kr. Í kostnaðinum eru allar máltíðir, umframt nógv tilfar, sum skal nýtast til ?Special Effects?. Seinasta freist at tekna seg er á midnátt í kvøld. Fólk kunnu melda seg til á far.tlf.nr 285624, ella senda ein teldupost til maf@maf.fo.