Hann hevur skriva nógv kend løg og hann hevur útgivið bond, plátur og fløgur og nú kemur hann á vitjan í Vágs Kirkju.
Tað snýr seg nevniliga um M.C. Restorff, sum við sangum sum: Ein glotti fyri framman, Føroyingar, Heldur akker títt, Meistaranshond, Sunnudagsskúlin, og hópin av øðrum hevur ríka føroyska sangskattin.
Leygarkvøldið kl 20.00 leggur hann leiðina í Vágs Kirkju, at syngja, spæla og greiða frá um sangir sínar. Tað er í sambandið við at Meinigheitshúsið í Vági er 100 ár í ár, at tiltakið verður fyriskipa og tískil verður hetta eisini ein stuðulskonsert, har møguleiki er at lata eina gávu til Meinigheitshúsið.
Aftaná tiltakið verður boðið til kaffimunn og prát.