Meðan hini trý eldru systkini, Jóhan, Birgit og Kirstin eru fødd við Áarvegin, har niðari parturin av Hotel Hafnia er, er MC føddur í heiminum á Hoyvíksvegi 17 hin 4. august 1950, eftir at húskið flutti av Áarvegnum og niðan á Hoyvíksvegin. Omman, Jóhanna Restorff, flutti niðan saman við húskinum.
Sangur og tónleikur var ein sterkur strongur bæði í faðir- og móðurætt. Restorfsættin er á tremur við kendum og hollum tónleikarum. Abbin i móðurætt, Hans Joensen, undir Kletti í Havn, var bæði orgulspælari og forsangari í samkomuni í Ebenezer. Pápin Christian Restorff var í mong ár fiólspælari í musikkskúlanum í Havn.
MC byrjaði tíðliga at gera vart við seg sum tónleikari í ungdómsarbeiðinum i samkomuni í Ebenezer og stovnaði Nikodemusarsangbólkin fyrst i 1970-unum.
Mergjaða sangútgávan av "Meistarans hond" telist millum fremstu sang- og tónleikaútgávur í landinum.
Í hesum sambandi fari eg nevna sangin, sum MC gjørdi um kvinunna í Jóhannesar evangelium 8. kapitli.
Ein so bergtakandi sangur, sum hann og sangfólk hansara sendu út á føroyska plátumarknaðin, sum tolir samanbering við tað allarbesta, ið nakrantíð er útgivið i Føroyum.
Eg minnist enn týðiliga tað, ið eg segði við Birgit, konu mína, tá ið vit hoyrdu sangin á fyrsta sinni í útvarpinum miðskeiðis í 1970-unum.
»Tað fer helst at koma fyri ein dag, at hetta tónleikaverk, sum beiggi tín hevur gjørt, fer at gerast tað besta, sum hann nakrantíð gjørdi í livi sínum.«
Í dag - útvið fimmti ár seinni - havi eg ikki broytt hugsan.
Síðani er mangt gott av somu dygd komið frá hansara hond og penni. Einki er at taka seg aftur í at siga, at MC Restorff er ein úrmælingur innan tónlist, sang og skaldskap - serstakliga á andaliga økinum.
Hjartaliga tillukku MC við signing Guds framyvir! Vit heilsa tær við hesum skriftorði, ið hevur eyðkent teg og tína tónleika- og sangtænastu:
»Harrin er styrki og lovsongur mín, og Hann var frelsa mín! Hann er Gud mín - eg prísi Honum, Gud faðirs míns – eg geri hann stóran.«
Svenning svágur
og Birgit systir