M.C. Restorff í Norðurlandahúsinum

M.C Restorff gevur í hesum døgum út eina nýggja fløgu, sum ber heitið Sanganna Veingir.

 

Í morgin klokkan 15.30 verður hugnaløta í Norðurlandahúsinum, har nýggja fløgan verður at fáa, og nøkur løg av fløguni verða framførd.

 

 

Eisini verða sjónbandaupptøkur vístar í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

 

Sanganna Veingir kemur út 14 ár eftir, at M.C seinast gav fløgu út, og 41 ár eftir, at tann fyrsta plátan kom frá M.C.

 

Á nýggju útgávuni hevur M.C. fleiri gestasangarar við – eitt nú Finn Koba, Joen Magnus Danielsen og Jenny Old. Hans Poulsen hevur framleitt tónleikin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað.

 

Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan 15.30. Nýggja fløgan frá M.C. Restorff er at fáa í sølubúðunum kring landið.