##med2##
M.C. Restorff, ið fyllir 70 ár í dag visti ikki av tí, men hansara nærmastu høvdu heitt á FM1 og Óla G. Samuelsen, studiovert og tøkning um at ringja til M.C. fyrrapartin í dag fyri at fáa eitt spontant prát.
Tann væl orðaði M.C. hugleiddi um farnar dagar, og um tónleik og sang. Í bakgrundini legði Óli eina ljóðkullissu við kendum løgum hjá M.C.
- Eg virðismeti allar føroyskar tónleikarar, sigur M.C. sum mangan skiftir orð við aðrar føroyskar tónleikarar og sangarar um føroyska tónlist.
M.C. og nærmasta familjan halda sjeyti ára dagin í Suðuroy.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við M.C. Restorff millum klokkan 11 og 12 fyrrapartin í dag.
HER ber til at hoyra eina sending úr savninum hjá FM1 frá 2013, har M.C. Restorff greiðir frá gomlum tónleikaútgávum.