Sonur kenda prestin Kaj Munk ætlar at fóðra brenniovninum hjá sær við møblum hjá pápa sínum. Tað hevur hann avgjørt, tí danski staturin ikki vil verða við í einari ætlan um at gera eitt Kaj Munk savn. Dagbladet Ringkøbing-Skjern skrivar, at ein lokalur fondur ætlar sær undir savnið, men Arne Munk, sum sonurin eitur, heldur lítið um, at tað er ein lokalur fondur og ikki danski staturin, sum stendur fyri savninum. Arne Munk hevur longu brent eina song hjá mammu sín, og nú standa eitt ur, spísiborð og aðrir møblar hjá Kaj Munk fyri tørni.