Tveir landstinglimir hjá grønlendska flokkinum Siumut vilja hava Ruth Heilmann, tingformann, at biðja grønlendska fólkið um umbering fyri, at nakrir tinglimir svikaðu við at atkvøða fyri aðrar tinglimir, sum vóru burturstaddir. Ruth Heilmann boðaði fyri trimum vikum síðani frá, at hon gjørdi ikki meiri við atkvøðusvikið. Men floksfelagarnir Otto Jeremiassen og Isak Davidsen halda, at tingformaðurin eigur at geva fólkinum eina almenna umbering tingsins vegna.