Má bera ella bresta

Favorittarnir fullu, tá hálvfinaluliðini høvdu aðalroyndir sunnudagin og mánakvøldið, so nú verður spennandi at síggja, hvat hendir í kvøld

Tá B68 sunnudagin á Toftum vann 1-0 á EB/Streymi og 07 Vestur mánakvøldið í Fuglafirði vann 2-1 á ÍF, vóru hetta nokk ikki akkurát tey úrslitini, tey flestu høvdu roknað við. Hetta vóru í báðum førum dystir í Vodafonedeildini, sum góvu trý týdningarmikil stig, men sam­stundis vóru hetta aðalroyndir undan fyrru hálvfinalunum í kapp­ingini um Løgmanssteypið, sum verða í kvøld.
Og hálvfinalurnar bjóða júst somu dystir, tí klokkan 18.30 byrj­ar dysturin í Fuglafirði millum ÍF og 07 Vestur, og klokkan 19 spæla B68 og EB/Streymur á Toftum. So er spurningurin, um úrs­litini verða tey somu, sum í lands­kapp­ingar­dystunum, ella um tey bæði liðini, tey flestu rokna sum favorittar, fara at standa seg betur í kvøld.
At ÍF tveir heimadystir á rað hevur tapt fyri teimum báðum lægstu liðunum í Vodafonedeildini, er sjálv­andi ikki gott, men hinvegin er liðið hjá 07 Vestur er kanska ikki so vánaligt, sum plássið á stiga­talvuni sigur. Tí verður tað annað­hvørt greiður ÍF-sigur ella ein javnur og opin dystur.
Hóast EB/Streymur við sínum drúgvu steyparoyndum má sigast at vera favorittur á Svangaskarði í kvøld, er B68-liðið við at fóta sær av álvara. Og havandi í huga, at B68 saktans kundi vunnið nógv meira enn bara 1-0 sunnudagin, má rokn­ast við einum púra opnum dysti, har alt kann henda.
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar týsdagin 14.juni, og sjálv finalan í kappingini um Løg­mans­steypið verður í Klaksvík fríggja­dagin 5. august.