Má bara arbeiða víðari

Eitt sjálvmál er tað, sum kann henda. Og so er bara at arbeiða víðari, heldur Fróði Benjaminsen

Moena, Italia: Við einum sjálvmáli eftir 10 minuttum var Fróði Benjaminsen tann, sum fekk gongd á italsku málskjótingina móti Føroyum. At geva toftamanninum skuldina fyri nakað í so máta, er tó helst at gera dekan ov nógv av, tí trýstið á føroyska málið var stórt. Og sjálvur tóktist hann ikki at vera nervaður nakað serligt av hesum.

- Tað er slíkt, sum kann henda, og tú fært ikki vart teg fyri tí. Vit vita jú eisini, hvussu tað kennist, tá tú kemur aftur um tíðliga í dystinum, so tað er bara at reisa seg skjótast gjørligt og koma víðari.

Nógv varð tosað um venjingarstøðuna og serliga vantandi dystarvenjingina hjá føroysku spælarunum undan dystinum. Men Fróði helt tó ikki, at hetta var nakað, sum bilaði stórvegis.

- Vit hava vant alla tíðina, síðani kappingin endaði, og eg haldi, at hetta hevur riggað væl. Vit vistu sjálvandi, at tað kundi gerast meira enn vanliga trupult á útivølli móti heimsmeistarunum. Men vit arbeiddu hart allan dystin, og eg haldi avgjørt, at vit kunnu fara av vøllinum við upprættari pannu. Og eg haldi avgjørt, at har vóru nógvir positivir lutir, sum vit kunnu byggja víðari uppá. Ikki minst við teimum mongu ungu spælarunum á liðnum.