Má avgreiðast beinanvegin

Verður málið um Undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy lagt fyri Løgtingið nú, má tað eisini avgreiðast beinanvegin.

Annars fellur tað burtur og má leggjast fram aftur av nýggjum eftir ólavsøku.

Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Ivi hevur verið sáddur um, antin Kári P. Højgaard yvirhøvur hevur heimild til at skriva undir sáttmála við eitt privat felag um at gera og reka undirsjóvartunnilin.

Samstundis er eldur aftur komið í kjakið um, antin tunnilin skal vera privatur ella almennur.

Avleiðingin av hesum er, at Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eru samdir um at leggja málið fyri Løgtingið til viðgerðar.

Løgmaður kann heita á løgtingsformannin um at kalla tingið saman og so skal løgtingsformaðurin gera tað, uttan at “dvølja óneyðugt”, sum tað stendur í tingskipanini.

Miðað verður eftir at leggja uppskotið fram nú um vikuskiftið. Samstundis verður miðað eftir at Løgtingið kann fara undir viðgerðina í næstu viku.

Men nú ein dagin segði Kringvarpið úr innlendismálaráðnum, at har vænta tey ikki, at málið kann verða avgreitt fyrrenn eftir ólavsøku.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sigur við Portalin, at kemur ein áheitan frá løgmanni um at kalla Løgtingið saman, fer hann sjálvandi at gera tað.

Men hvussu skjótt, tingið kann kallast saman, dugir hann ikki at siga, tí tinglimir mugu fáa høvi til at koma á ting, eisini uttanlands, skuldi onkur verið staddur uttanlands.

Hann vísir eisini á, at nú er ikki so long til til á ólavsøku.

Men samstundis staðfestir hann, at verður uppskotið lagt fyri Løgtingið nú, má tað eisini avgreiðast liðugt í Løgtinginum fyri ólavsøku.

- Tingsetan endar á ólavsøku og tey tingmál, sum ikki eru avgreidd, fella sostatt burtur. Verður tunnilsmálið lagt fram nú, uttan at tað eydnast at viðgera tað liðugt, og avgreiða tað fyri ólavsøku, má tað tískil leggjast fram aftur einaferð afturat eftir ólavsøku og so skal øll viðgerðin ganga um aftur, staðfestir Jógvan á Lakjuni.

At leggja málið fram nú, uttan at avgreiða tað, gevur sostatt ikki meining.

Um tað hevði eydnast at avgreiða eitt slíkt mál fyri ólavsøku, hevur løgtingsformaðurin onga meting um. Men hann vísir á, at skotbráið er ikki so langt og hann veit ikki, hvussu leingi tað tekur at savna Løgtingið.

Tað veldst eisini um, hvussu viðgerðin í tinginum fer at ganga og hvussu andstøða og samgonga fara til verka í málinum.