Máar støðið undan skapandi vinnum í Føroyum
Er tað rímiligt, at tey sum fáast við okkurt ítriv, skulu sleppa undan skatti, tá ið tey, sum liva av eini skapandi vinnu, skulu rinda skatt, spyr løgtingskvinna
– Hasi krokodillutárini hjá Jákupi Mikkelsen, gevi eg lítið fyri.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, heldur lítið um, at Fólkaflokkurin nú vil hava, at øll, sum fáast við eitthvørt heimavirki, skulu sleppa undan at rinda skatt av teimum fyrstu 50.000 krónunum, tey forvinna. Samstundis skulu tey bara rinda 15 prosent í skatti av teirri inntøku tey hava yvir 50.000 krónur av tí, tey virka.
Men tað gongur illa at fáa málið avgreitt, tí fyribils hevur tað ligið í Fíggjarnevndini í yvir tríggjar mánaðir, uttan at tað er avgreitt. Annars hevur ein løgtingsnevnd í mest lagi ein mánað at avgreiða eitt mál.
Og tað skilst, at ein orsøk til, at málið er súltað, er, at samgongan tekur ikki undir við tí. Og á tingfundi í morgun, har Løgtingið hevði aðalorðaskifti um at menna skapandi vinnur í Føroyum, fanst Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, at samgonguni, tí hon ikki vildi taka undir við hesum.
Bjørt Samuelsen gevur lítið fyri at Jákup Mikkelsen grætur »krokodillutár« um tey, sum fáast við heimavirki. Hon vísir á, at Fólkaflokkurin hevði fíggjarmál um hendi í seinastu samgongu, og hevur áður umsitið vinnumál í nógv ár, og sostatt hava tey havt allar møguleikar at fáa hetta í rættlag. Tað gjørdu tey ikki, men so skjótt tey komu í andstøðu, varð tað tikið fram.
Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini, staðfesti, at eftir uppskotinum hjá Fólkaflokkinum kunnu øll, sum fáast við okkurt ítrív, forvinna 50.000 krónur skattafrítt.
Og hon spyr um tað er rímiligt, at ein amatørfotografur, sum hevur tað til ítriv at taka myndir av ymsum hendingum, skal fáa 50.000 krónur skattafrítt, samstundis sum ein professionellur fotografur, ið hevur tað sum livibreyð, er fult skattskyldugur
– Er tað ikki ein máti at máa støðið undan skapandi vinnum, at geva teimum ójavna kapping, spurdi hon.
Jákup Mikkelsen veit ikki um Ruth Vang sipar til, at tey, sum fáast við skapandi vinnur, skulu stuðlast í allar mátar. Men hann kvígur fyri, at verða fólk borin á lógvunum við ov nógvum stuðuli, fer tann skapandi hugurin at minkað, tí hugurin fer í ov stóran mun at savna seg um fíggingina, heldur hann.