M"as Blues Band er eisini á einari Skúlakonsrtferð í hesum døgum,samtíðis gera tey eitt M"as Blues Band blað, ið verður bori út í hvørt heim í Føroyum fyrst í desember.
- Eg eri sera spent hvussu fólk fara at taka ímóti fløguni, sigur Emma Vágoy, ið fyri stórsta partin myndar bólkin úteftir. Vit høvdu eina samrøðu við Emmu í bussinum hjá M"as á veg til Kvívíkar, har tey skuldu spæla fyri barnagarðs og skúlabørnum.
- Eg eri spent til fløgan kemur út og eg vóni at fólk fara at dáma hesa fløguna, eins væl og tí fyrru. Tað var deiligt, at fólk søgdu við okkum, at teimum dámdu sangirnar, ið vóru á fløguni. Á hesari fløguni eru tólv sangir, á hinari vóru nýggju, so hendan er meira spennandi!
- Tað eru nógvir sangir, ið mær dámar væl at syngja. Gang gakk býtti Gutti, Digga Pól, Stress av Lakress. Sangin um Eyðstein. Mær dámar í veruleikanum allar sangirnar, men best dámar mær Babu tí tá syngja øll børnini við. Tey syngja harðari enn vit spæla, tað er stuttligt.
- Vit hava verið í fleiri skúlum og spælt fyri børnum, tað hevur verið sera stuttligt, eg gleði meg hvørjari ferð vit skulu út at spæla, tað er líka deiligt hvørja ferð. Eg verið ongantíð troytt av at syngja. Vit skriva eisini autografar til børnini á plakatir tey fáa frá okkum. Børnini eru glað og tey takað í hondina á okkum og takka fyri at vit duga so væl at spæla.
- Lennhard spælir trummur, Demmis Hansen guitar, Olfert Rasmussen Egg, Eyðstein spælir hund sigur Jóannes. Vit hava eisini fingið hjálp frá Finnur Hansen, Paula Magnussen, Regin Jacobsen og bussførarinum Árna Andreasen. Teir duga allir væl at spæla.
- Heitið á fløguni er Hetta er eisini mítt land II. Vit hava gjørt næstan allar sangirnar sjálvi. Steingrím Niclasen hevur gjørt orðini til ein teirra. Eisini hava vit eina sirpu, tað er nakrir av teim gomlu sangunum, ið vit hava blandað saman. Finnur Hansen hevur gjørt eitt remix av Babu sanginum. Hann eitur Baremixbu. Sangurin minnir um ein sang hjá Elvis, tað er tí at Eyðstein elskar Elvis og hann dugir at "sjeyka" sum hann.
- Vit gera nógv burturúr í ár, tí tað er ár teirra brekaðu og vit vilja við sangi og gleði gera vart við okkum. Vit fara til Klaksvík og Suðuroynna síðst í hesum mánaðinum og tað er nakað vit gleða okkum til. Vit hava ikki verið í Suðuroynni og spælt. Vit skuldi fara á Jóansøku men tá varð Lennart, Olfert og Demmis sjúkir, so nú verður tað.
So gekk leiðin inn í Kvívíkar skúla har børnini fingu Babu fyri allar pengarnar. Tað sigst, at hara er ikki sædd á Kvívíksleiðini síðani Emma og hennara Blues Band spældi fyri fult í Kvívík!