M.A. Jacobsens virðislønirnar latnar

Týskvøldið vórður M.A. Jacobsens virðislønirnar og Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs latnar

HEIÐURSLØNIR

Á samkomu í sjónleikarhúsinum týskvøldið vórðu .A. Jacobsens virðislønirnar og Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs latnar.
Virðislønirnar hava seinastu árini verið latnar á føðingardegi M.A.Jacobsens, sum er 17. september. Tað var í 1958, at Rithøvundafelag Føroya, sum var sett á stovn árið fyri, heitti á Tórshavnar býráð um at seta á stovn eina árliga bókmentavirðisløn í navni Mads Andriasar.
Í nevndini fyri Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens eru fimm limir: Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Erling Isholm, valdir av býráðnum. Gunnar Hoydal er valdur av Rithøvundafelagnum og Turið Sigurðardóttir er vald av Fróðskaparsetri Føroya.
Nevndin hevur heimild at lata 3 virðislønir: eina fyri yrkisbókmentir, eina fyri fagurbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri mentanaravrik verður latin fólki, sum hevur avrikað eitthvørt, sum hevur týdning fyri føroyska mentan. Nevndin kann gera av, ikki at lata virðislønirnar, ella onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Men, sum tit síggja í skránni, verða 3 virðislønir latnar í ár.
Í nevndini fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs eru eisini fimm limir, har av 2 eru fastir. Annar er barnabókavørðurin, sum er Malan Hilmarsdóttir. Hon er eisini skrivari. Hin er formaðurin í mentamálanevndini, sum samstundis er formaður í nevndini. Í hesum valskeiðinum er tað Heðin Mortensen. Hildur Eyðunsdóttir og Poulina Slættanes eru valdar av býráðnum og Hervør Jákupsson er vald av Felagslærararáðnum í Havn.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð handað í 1976.
Virðislønirnar eru allar 20.000 kr. í ár.
Aðrstaðni á síðunum sæst meira um teir ymsu vinnararnar.
Sosialurin ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku.