Lýtt veður næstu dagarnar

Hitin gjøgnum vikuna liggur millum 10 og 13 stig.

Hóast veðrið í summar ikki hevur verið nakað at reypa um, so hevur heystið eydnast nakað betri. Góða veðrið seinastu dagarnar heldur á í hesi viku, tó at vindurin veksur seinni í vikuni. Tað vísir fimm daga veðurforsøgnin hjá Danmark Metrologiske Institutt.


Forsøgn fram til týsmorgunin:
Lot til andøvsgul frá vesti og útsynningi, í støðum andøvsgul, 5 til 10 m/s. Turt og mest skíggjað, men í støðum eisini sindur av sól. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina lot til andøvsgul frá útsynningi, ið snarar móti suðri, 3 til 8 m/s. Turt, men mest skíggjað. Hitin umleið 10 stig.


Týsdagin:
Lot til andøvsgul frá suðri, 2 til 7 m/s, ið snarar í ein útsynning og vekstur til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyrst skíggjað og møguliga nakað regn, seinni turt og klárari veður. Hitin um 10 stig.


Mikudag:
Gul til stívt andøvsgul frá útsynningi, 5 til 10 m/s. Turt við møguleika fyri sól. Hitin millum 10 og 13 stig.


Hósdag:
Andøvsgul upp í ein strúk frá útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyri nakað av sól, men út á dagin skíggjað, men enn turt. Hitin millum 10 og 13 stig.


Fríggjadag:
Andøvsgul upp í ein strúk frá útsynningi, 8 til 13 m/s. Mest skíggjað og møguleiki fyri regn. Hitin millum 10 og 13 stig.