Lýtt, men vindur

Hitalagið kemur upp móti teimum átta stigunum, men argandi vindurin heldur fram.

Veðurfrøðingurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, sigur frá ógvuliga skiftandi veðrið nú vetur og vár renna saman.

 

Seinnapartin í dag sigur hann strúk í vindi og upp í hvassan vind, ella úr 11 og upp í 17 metrar um sekundi av útsynningi, men hitin kemur at liggja um seks til níggju stig. Eisini sigur Petur frá regni eitt skifti í dag.

 

Fyrrapartin í morgin heldur nógvi vindurin fram, men hósdagin verður minni vindur og enntá sólglottar.

 

Fríggjadagin og leygardagin sigur veðurfrøðingurin frá skiftandi veðrið, har tað kemur at vera regn og turt av og á, umframt skiftandi vindstyrki.