Hóast landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur lagt uppskot fyri tingið um at nokta Kringvarpinum at selja lýsingar í útvarpinum, so sleppur Kringvarpið kortini at halda fram við hesum.
Tað er greitt, nú Rigmor Dam hevur sent mentanarnevndini hjá løgtinginum uppskot um broytingar í uppskoti til lóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
Tað hevur verið stórt trýst – serliga frá fólkum í lýsingarvinnuni, um at útvarpslýsingarnar ikki hvørva. Í broytingaruppskotinum til mentanarnevndina sigur Rigmor Dam, at farið verður frá upprunaligu ætlanini um at hava eitt forboð móti útvarpslýsingum og inntøkum í hesum sambandi.
Men tað verður ikki Kringvarpið, sum fær inntøkurnar av lýsingunum í sjónvarpi og útvarpi. Tær inntøkurnar skulu beint í landskassan. Tað verður sett Kringvaprinum eitt avlopskrav, eins og Rúsdrekkasøla Landsins hevur.
Pengarnir frá lýsingunum skulu í ein miðlagrunn við egnari játtan á fíggjarlógini. Í tí sambandi verður eftir ætlan gjørd ein materiel lóggáva, ið skal skipa umsitingina av miðlastuðlinum. Lóggáva um miðlastuðul verður eftir ætlan smíðað sum skjótast.
Inntøkukravið frá sjónvarpslýsingum er framvegis 600.000,00 krónur um árið, og tað verður óbroytt, meðan kravið fyri inntøkur frá útvarpslýsingum verður sett til 1,9 milliónir krónur árliga. Hetta eru upphæddir, sum svara til inntøkurnar, ið hava verið. Miðlastuðulin skal eftir ætlan brúkast til:
1. Útberingarstuðul til tíðindabløð
2. Stuðul til tiltøk og átøk, sum styrkja føroyskan journalistikk
3. Stuðul til tiltøk og átøk, sum styrkja málsliga førleikan í miðlunum
4. Stuðul til framleiðslu av miðlatilfari til børn og ung og
5. Starvsvenjingarútreiðslur til góðkend privat starvsvenjingarpláss fyri journalistlesandi.