Lýsi á sjógv í Fuglafirði

Í gjár fekk løgreglan boð um, at lýsi var farið á sjógv í Fuglafirði

Tað var í gjáramorgunin, at eitt óhapp hendi hjá Pelagos í Fuglafirði í sambandi við pumping. Ein ávís nøgd av lýsi, sum sambært vaktleiðarinum á politistøðini í Havn var ímillum 100 litrar og 1000 litrar, fór tá á sjógv. Tá so er, so skal Umhvørvisstovan hava boð, tí hetta er boð á umhvørvislógina. Umhvørvisstovan kannar málið nærri fyri at koma til eina niðurstøða hvat tað skal blíva til.