Franska felagið Olympique Lyon hevur í hesum kappingarárinum vunnið bæði meistaraheitið og steypakappingina, og felagið setir sær nú nýggj mál.
- Eftir at vit hava vunnið alt í ár, hava fólk tosað um, at nú skulu vit skapa eitt lið, sum kann vinna Champions League. Og eg kann bara siga, at tað verður málið næsta kappingarár, sigur Jean-Michel Aulas, forseti í felagnum, við L’Equipe.