Lyon skakaði milliardirnar

Franska Lyon var ruddiliga omaná, tá teir í gjárkvøldið tóku móti milliarda-dýra hópinum hjá Real Madrid

Fótbóltur

1-0 er kanska ikki mest sannførandi sigurin av øllum. Men veruleikin er, at Lyon so ruddiliga var omaná, tá teir høvdu vitjan av Real Madrid.
Talan gjørdist tó bert um tað eina málið, sum Makoun langaði í netið úr 20 metrum, eftir at Madrid enn eina ferð hevði havt bóltmiss á miðvøllinum.
Kaka, Ronaldo og hinar stjørnurnar hjá Real Madrid royndu óført, men eingin teirra megnaði at bróta væl skipaðu verjuna hjá Lyon, sum soleiðis fekk skapt sær eitt gott útgangsstøði, áðrenn teir skulu spæla returdyst á Bernabeau.

Fakta
Dystirnir týskvøldið
AC Milan-Manchester United 2-3
Lyon-Real Madrid 1-0

Mikukvøldið
Bayern München-Fiorentina
Porto-Arsenal