Leygarkvøldið verður konsert í gamla virkinum Tøting í Gøtu, tá Lyon og Konni Kass trína á pall.
Lyon Hansen úr Gøtugjógv er nýliga útkomin við síni fyrstu fløgu, og er konsertin leygarkvøldið tí eisini ein útgávukonsert. Fløgan ið ber heitið LYON, inniheldur 11 løg, sum ferðast nokkso víða, hvat viðvíkur sjangrum, men felags fyri øll løgini er, at tey eru sera nærverandi, kenslurík, ærlig og tónleikagóðskan er í topp.
Konni Kass gjørdist kend í føroyska tónleikaumhvørvinum í vár, tá hon vann árligu talentkappingina Sement, sama kapping sum Lyon vann í 2014.
Konni er í hesum døgum í Studio Block í Havn, har tey leggja seinastu hond á hennara fyrstu útgávu.
Hóast Konni nústani ger vart við seg, sum sangarinna og tónleikari á egnari tónleikaverkætlan, er Konni dugnalig á saxofon og gittara, umframt at verða ein framúr góð songkvinna.
Tónleikurin er melodiøsur poppur, við einum ísletti av electro. Manningin í bólki hennara er ikki minni spennandi, tí undir hennara lið verða Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein & Torleik Mortensen.









