- Flogskiparin noyddist at neyðlenda tyrluna, beint áðrenn hon skuldi seta seg á Hvidbjørnen, sum er í Grønlandi. Tað hevur við sær, at allar Lynx-tyrlurnar eru settar fyribils. Danska Lynx-tyrlan á Vædderen, sum í løtuni røkir sjóverju við Føroyar, sleppur ikki á flog fyribils.
Kringvarpið skrivar, at eftir eitt álvarsligt óhapp við Lynx-tyrluni í Grønlandi mánadagin hevur danska flogvápnið givið boð um at seta allar tær átta Lynx-tyrlurnar hjá donsku verjuni.
Hetta verður gjørt av trygdarorsøkum, meðan óhappið í Grønlandi verður kannað.
Óhappið hendil, tá tyrlan skuldi seta seg á sjóverjuskipið Hvidbjørnen. Beint áðrenn tyrlan kom til skipið, var okkurt á vási, sum gjørdi, at flogskiparin mátti neyðlenda tyrluna á sjónum, stutt frá skipinum. Fimm fólk vóru í tyrluni - manningin og tvey ferðafólk. Tey lupu á sjógv og vórðu bjargað, áðrenn tyrlan holvdist.
Tað eydnaðist manningini á Hvidbjørnen at fáa ein enda um tyrluna, áðrenn hon sakk.
Tyrlan verður nú send til Danmarkar til kanningar. Har skal staðfestast, um brekið er serstakt á hesi tyrluni, ella um aðrar Lynx-tyrlur eisini hava slík brek.










