Lynge í Parlamentið

Formaðurin í arktiska ráðnum í Grønlandi, Aqqaluk Lynge, fer mikudagin at halda røðu í Parlamentinum í London. Orsøkin er, at Parlamentið hevur eina hoyring um veðurlagsbroytingar, og í tí sambandi er fyrrverandi grønlendski politikarin boðin til London at greiða frá, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka viðurskiftini í tí arktiska økinum. Við grønlendska útvarpið sigur Aqqaluk Lynge, at í røðuni ætlar hann sær at leggja dent á, hvussu veðurlagsbroytingarnar gera gerandisdagin hjá fiski- og veiðimonnum truplari.