Mikkel Beckmann og Kim Aabech hava verið teir størstu profilarnir hjá Lyngby, har offensiva duoettin hevur staðið aftanfyri størsta partin av málunum hjá upprykkjarunum.
Hetta hava fleiri italiensk feløg fingið eyguni upp fyri, og sambært Ekstra Bladet kunnu teir báðir leikararnir vera á veg vekk longu í vetrarsteðginum. Fýra Seriu A-feløg – Reggina, Livorno, Chievo og Udinese – skulu vera klár til at heinta Lyngby-profilarnar.
Faktisk hevur tað verið so stórur eftirspurningur eftir Beckmann og Aabech, at Lyngby valdu at hvíla teir báðar um vikuskiftið, tá Tele2 Cup var í Brøndby Høllini.
- Teir fyrispurningar, ið brádliga eru komnir, og hóvastákið og fokusið gjørdi, at vit valdu at hvíla teir báðar, greiður Ítróttarstjórin í Lyngby, Birger Jørgensen frá, fyri Ekstra Bladet.
Tað eru ikki bert italiensk feløg, ið skulu vera áhugaði. FC Midtjylland og OB skulu eisini hava teir báðar ynskilistanum í flytingarvindeyganum.