Lyngby uttan Holst

Lyngby spældi um vikuskiftið seinasta venjingardystin, áðrenn superligan byrjar aftur

Dysturin var ímóti Landskrona BoIS, og Lyngby vann dystin 2-1. Christian Lamhauge Holst, sum hevur skotið mál fleiri av seinastu venjingardystunum, spældi ikki við hesaferð. Tem Hansen var á beinkinum, men hann varð settur inn í seinna hálvleiki. Fyrsti dysturin hjá Lyngby í superliguni er ímóti FCK.