Lyngby-toppskjútti á veg í superliguna

22 ára gamli Morten Nordstrand hevur havt eitt rimmar ár í álopinum hjá Lyngby, sum spælir næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Nordstrand hevur mannað álopið saman við Christian Holst Lamhauge, og tað hevur gingið sera væl. Í 27 dystum hevur Morten Nordstrand skorað 27 mál, og tí er ikki so undarligt, at feløg í superliguni og uttanlands hava hildið eygað við honum. Nú skrivar onside.dk, at FC Nordsjælland er við at gera sáttmála við Morten Nordsstrand, so at hann næsta kappingarár skal spæla í superliguni.