Danska 1. deildarfelagið Lyngby, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, hevur gjørt avtalur við tveir nýggjar spælarar. Lyngby hevur mist toppskjúttan í hesum kappingarárinum. Mporten Nordstrand, til superligafelagið FC Nordsjælland, men avloysari er funnin í OB. Tað er Anders Jochumsen. Eisini hevur Lyngby fingið nýggjan málmann fyri Mikkel Xrexel, ið gevst í felagnum. Málamaðurin kemur úr HIK og eitur Stephan Campagnolo.