Fótbóltsfelagið Lyngby hevur sett David Nielsen sum nýggjan høvuðsvenjara til í summar. Tað upplýsir felagið á heimasíðuni.
David Nielsen hevur áður verið høvuðsvenjari hjá Lyngby, og tað gekk væl í árunum frá 2015 til 2017. Tá stóð hann á odda fyri felagnum í 91 dystum.
Stjórin í Lyngby, Andreas Byder, segði fríggjadagin saman við hinum í leiðsluna Magna Hoseth úr starvi sum venjara.
Norðmaðurin fekk bara 50 dagar í starvinum og tveir superligadystir – sum teir taptu.
– Fríggjadagin løgdu vit okkum fløt niður og tóku ábyrgdina av støðuni, vit hava koyrt felagið í. Nú fyrja vit eina nýggja leið, har vit hyggja frameftir, og David er tann avgjørt besti til uppgávuna, sum stendur fyri framman.
– Hann kennir húsið, hann kennir uppgávuna og navn hansara gongur aftur, tá vit hava spurt okkum fyri í húsinum. Hann hevur fullan stuðul til at føra okkum gjøgnum restina av kappingini, sigur Andreas Byder á heimasíðu felagsins.