Fótbóltur
Christian Lamhauge Holst og Atli Danielsen hvíla seg í dag saman við øllum hinum, sum framdu dyggiligt avrik á Tórsvølli í gjárkvøldið.
Liðfelagarnir hjá teimum báðum hava í dag spælt. Oddaliðið Lyngby vitjaði tíðliga seinnapartin Frem í Valby.
Seinastu tíðina hevur tað gingið væl hjá Frem, men í dag megnaðu teir einki at gera við Lyngby. 2.474 vóru eygnavitni, tá ið felagið hjá Christian Lamhauge Holst vann 3-0. Kim Aabech skoraði í 5. og 42. minutti, og Tobias Mikkelsen í 61. minutti.
Tað resta trý umfør, og Lyngby er átta stig frammanfyri AGF og Fredericia. Harvið hevur Lyngby meiri enn annað beinið í superliguni.
Sigurin í dag var serliga kærkomin. Lyngby hevur tvær tær seinastu ferðirnar spælt javnt. Tað hevur borið við sær tos um, at teir í Lyngby høvdu fingið gummibein, nú uppflytingin til superliguna var so nær við.
Í botninum varð meiri trýst lagt á Fremad Amager, sum tó ikki skal í eldin í dag. Brabrand, sum var aftast av øllum, vann 1-0 á Aarhus Fremad, sum eisini er í vanda at flyta niður. AB og Fremad Amager hava spælt 26 dystir, og hini hava spælt 27 dystir. Dysturin hjá Fremad Amager varð útsettur, tí tveir av spælarunum vóru burtur í landsliðsørindum. Teir eru Andrew av Fløtum, sum var í Føroyum, og Jónas Tór Næs, sum var við U21-landsliðnum.