Lyngby misti síðstu løtuna

Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í Lyngby taptu í kvøld 3-0 í Brøndby. Nógv fokus var á dystinum, tí tað hevur gingið so illa hjá Brøndby.

Uppflytararnir í Lyngby stóðu seg væl heilt væl fyrsta stóra tíman.

Christian Lamhauge Holst var á vøllinum alla tíðina, og í 1. hálvleiki hevði hann góðan møguleika at gera mál, men eitt sindur úr høgru í brotsteiginum fekk hann ikki rættuligt skot á.

Síðstu tjúgu minuttirnar skoraði Brøndby trý mál, og harvið gjørdist talan um tryggan heimasigur.