Lyngby mist av leiðsluni

Fyri nøkrum vikum síðani tóktist Lyngby hava beina kós ímóti donsku superliguni, men tveir javnleikir á rað hava havt við sær, at liðið hevur mist burtur av síni tryggu leiðslu. Lyngby er tó fimm stig frammanfyri næstu liðini, og tað eru bert fýra dystir eftir at spæla, so tað skal ganga illa hjá liðnum, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, um uppflytingin skal kiksa. Um vikuskiftið spældi Lyngby javnleik ímóti Kolding.