Mamman, sum í mars varð dømd fyri kynsligan ágang á son sín, hevur í dag vitnað móti 42 ára gamla føroyinginum í rættinum í Lyngby. Mamman var sera illa fyri í rættinum og græt í fleiri umførum. Hon segði seg angra alt, sum hent varð, men serstakliga ynskti hon, at ónærisligu myndirnar vóru falskar og ikki veruligar.
Les eisini: Mamman: Hann hevði valdið á mær
Mamman segði seg ikki megna at síggja føroyingin og tí varð hann førdur í eitt annað rúm, meðan hon varð avhoyrd. Hetta so, at tey ikki sóu hvønn annan.
Les eisini: Nógv fólk í rættinum í Lyngby í morgun
Rætturin hevur verið í gjøgnum samskiftið millum tey bæði á LinkedIn. Tey 9000 boðini taka sína tíð at fara ígjøgnum og tí varð neyðugt at halda fram við tí í dag, hóast fyrsti dagurin í rættinum í farnu viku eisini fór við tí.
In.fo hevur fólk á staðnum – meira um málið seinni.