Lyngby liggur á odda

 
Eftir fýra umfør í donsku 1. deild, liggur felagið hjá Christian Lamhauge Holst á odda í deildini. Lyngby hevur vunnið tríggjar dystir og spælt ein javna, og tað hevur við sær oddastøðuna í deildini. Í gjár spældi Lyngby ímóti Kolding FC á útivølli, og Lyngby vann dystin 3-2. Lyngby legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men tvær ferðir javnaði Kolding. Tá ið Jesper Kristensen seks minuttir fyri tíð skoraði til 3-2, kláraði Kolding ikki at svara aftur. Christian Holst spældi allar 90 minuttirnar í álopinum hjá Lyngby.