Lyngby hevur sett síni mál

Lyngby liggur í løtuni á fyrsta plássi í næstbestu donsku deildini, og ein uppflyting til Superliguna liggur til høgra beinið. Men tað er ikki bara sum at siga tað. Kappingarárið er bert hálvrunnið, 15 dystir eru eftir at leika, og tað eru bert tvey stig niður til næsta lið. Men hetta forðar ikki venjaranum at seta síni mál.

 

- Lat tað ikki standa eftir, at vit eru klárir til uppgávuna. Vit vilja flyta upp, og helst í summar. Um vit ikki flyta upp í summar, er tað eingin skomm, sigur venjarin hjá felagnum, Kasper Hjulmand, við danska Ekstrabladet.

 

Lyngby hevur í vetrarferiuni styrkt verjupartin við innkeypum av Jacob Bresemann og Marc Møller, sum koma frá ávíkavist Vejle og Holstebro.