Lyngby hevur longt við profil

24 ára gamli Kim Aabech er høgt í metum millum donsku fótbóltsfeløgini. Fleiri av feløgunum í superliguni hevur spurt seg fyri um spælaran, men nú er tað í øllum førum greitt, at sáttmálin millum Lyngby og Aabech er longdur í fleiri ár fram. Í Lyngby fegnast tey um, at tey hava pappír uppá Kim Aabech fram til 2011, men spurningurin er so, um okkurt av stóru donsku feløgunum vil leggja nógvar pengar á borðið fyri at keypa álopsspælaran.