Í gjár stóð einki til hjá Lyngby, sum kom aftur um 1-0 í dystinum ímóti Thisted. Í seinna hálvleiki javnaði Lyngby, og í yvirtíðini eydnaðist tað at skjóta sigursmálið. Holst var ikki millum málskjúttarnar í gjár. Lyngby liggur á odda í 1. deild við 42 stigum – seks stig frammanfyri næstfremsta liðið.










