Lyngby-fjepparar handtiknir

Eitt vertshús í Århus mátti stongjast, og minst 20 Lyngby-viðhaldsmenn vóru tiknir av løgregluni. Hetta var úrslitið av ófriði í sambandi við dystinum millum AGF og Lyngby sunnudagin. Nógv viðhaldsfólk hjá Lyngby vóru farin til Århus, og longu undan dystinum ruddaði løgreglan vertshús Dr. Watson, tí ófriður var. Undir dystinum var aftur galið, og tá mátti løgreglan aftur handtaka fleiri viðhaldsfólk, sum ikki dugdu at bera seg rætt at.  Fyri tveimum vikum síðani gjørdu Lyngby-fjepparar eisini um seg til dystin ímóti HIK.