Lyngby fekk try mál kolldømd

Lyngby vitjaði sunnudagin í Horsens, og dysturin hjá superligaliðnum, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, endaði við 2-1 tapi. Lyngby sendi fýra ferðir bóltin í málið, men tríggjar ferðir kolldømdi dómarin málini. Tvær ferðir orsaka av frísparki og eina ferð orsaka av rangstøðu. Harafturat misnýtti Lyngby eisini eitt brotsspark. Málið hjá Lyngby skoraði Mikkel Beckmann, og Christian Lamhauge Holst var sum vant fyri frá byrjan.