Tað kann væl fara at vísa seg, at úrslitið av toppdystinum, sum í kvøld verður millum kvinnuliðini hjá KÍ og EBS/Skála fer at verða avgerandi fyri, um tað fer at eydnast KÍ at endurvinna FM heitið, ella um EBS/Skála fer at vinna sítt fyrsta FM heiti og harvið at steðga FM røðini hjá KÍ, sum hevur verið meistari øll árini síðani 2000.
Bæði liðini hava spælt 14 dystir. EBS/Skála er á odda við 39 stigum, og KÍ hevur 37 stig. Í fyrsta umfari vann KÍ 3-2 á heimavølli ímóti EBS/Skála, og í 8. Umfari vann EBS/Skála 2-0 ímóti KÍ.
1.deild kvinnur í dag
KÍ-EBS/Skála: Magnus Jørmundsson kl. 19.00
HB-Víkingur: Ragnar Joensen kl. 18.00
AB-ÍF: Elsa Andreasen kl. 18.00










