Lyklauppgerð við Margáir

B68 hevur møguleiða at lyfta seg úr botninum, og EB/Streymur kann vinna bronsuplássið aftur

Meðan tað higartil í ár ikki hevur gingið soleiðis, sum teir í EB/Streymi høvdu roknað við, so hevur tað seinastu vikurnar roynst betri hjá B68, enn tað undan kappingarbyrjan var roknað við, at tað skuldi gera, og sum gongdin vísti fyrstu umførini.

Í dag fær EB/Streymur vitjan av B68, sum við sigri kann lyfta seg upp ímóti miðjuni, har EB/Streymur er millum fleiri onnur. Í 2. umfari endaði tað 1-1, tá ið EB/Streymur vitjaði á Svangaskarði.

-Vit eru fegnir um gongdina. At vit hava víst ungu monnunum álit vísir seg at hava við sær, at teir mennast, og tað er hugaligt, sigur B68 venjarin Jógvan Martin Olsen, sum serliga fegnast um, at spælið á fremsta triðinginum er vorðið væl betri, enn tað var fyrstu umførini.

 

Í EB/Streymi vóru teir vónsviknir eftir 1-1 javnleikin á Skála, sum teir – á sama hátt sum heimaliðið – hildu seg hava havt møguleikar at avgera sær sjálvum til fyrimunar.

Tað er altíð eitt minus, tá ið Arnbjørn Hansen ikki er førur fyri at spæla. Tað var hann ikki á Skála, men nú hevur hann vant aftur.

Hjá B68 eru Niklas Poulsen og Janus Mortensen ikki tøkir orsaka av skaðum, og hjá EB/Streymi eru allir spælararnir tøkir. Arnbjørn Hansen er við aftur, eftir at hann seinast sat uttanfyri orsaka av vøddaskaða, og fyri fyrstu ferð í ár er miðvallarin Arnar Dam tøkur.