Hóast kappingin er ung, so er uppgerðin í Fuglafirði, har meistararnir í B36 vitja seinnapartin, ikki sørt av lyklauppgerð - serliga fyri heimaliðið. Fuglfirðingar dubbaðu seg orduliga undan kappingarbyrjan. Teir fjaldu ikki, at málið var at vera við í kappingini um heiðursmerkini, sum ÍF í 2012 og 2013 vann í silvuri. Fyrsti sigurin í ár varð vunnin fyri viku síðani á heimavølli ímóti KÍ. Úrtøkan er sjey stig, og harvið eru tað ellivu stig fram til NSÍ og oddasessin og sjey stig fram til B36 og silvurplássið. Um tað ikki eydnast at vinna úrtøku ímóti B36, so verður fjarstøðan fram til árstalsfelagið í hvussu so er sjey stig og kanska tíggju!
ÍF sigurin ímóti KÍ kostaði nógv, tí bæði álopsessið Adeshina Lawal og miðvallarin Karl Løkin sóu reytt. Lawal verður tríggjar tær næstu ferðirnar uttanfyri, og leikbannið hjá Karli fevnir bara um uppgerðina ídag.
-Nú hava vit tapt einaferð og vunnið einaferð og hinar ferðirnar hevur verið javnt. Dystirnir hjá okkum hava verið tættir og javnir, og ímóti KÍ koppaði tað okkum til fyrimunar, og tað fegnast vit um, sigur Dánjal á Lakjuni hjá ÍF.
-Tað er harmuligt, at Lawal og Karl Løkin ikki vera við ímóti B36, men tíbetur hava vit í ár breiðari hóp, enn vit hava havt. At vinna gevur blóð á tonna, og lagið er gott undan B36 vitjanini, sigur Dánjal á Lakjuni. Ari Ó. Ellingsgaard er tøkur aftur.
Í B36 er lagið gott, hóast meistararnir als ikki vóru fegnir um leikliga avrikið í 1. hálvleiki, tá ið tað var málleyst ímóti TB. Tað var ikki fyrrenn TB hevði mist ein mann, at tað eydnaðist B36 at seta hol á og at vinna 3-0.
B36 fer til Fuglafirðar at royna reseptina, sum varð brúkt í 2. hálvleiki ímóti TB:
-Vit hava nógvar góðar bóltsspælarar, og vit skulu spæla skjótt og flyta okkum væl fyri hvørjum øðrum, sigur hjálparvenjarin Jákup á Borg, sum ímóti TB setti nýtt málmet. Hann hevur skorað 148 mál í landskappingini.
Jónas þór Næs og Alex Mellemgaard eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla. Hanus Thorleifsson er tøkur aftur eftir leikbann.
ÍF-B36: Petur Reinert kl. 15.00.