Fótbóltur
Fyri fyrstu ferð í ár er hvørki VB/Sumba ella TB annað av liðunum omanfyri strikuna, sum í síðsta enda fer at gera av, hvørji liðini verða, sum næsta kappingarár skulu spæla í bestu deildini.
TB legði bragdliga fyri í vár, og VB/Sumba hevur leingi verið annað av oddaliðunum. VB/Sumba megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik í Gundadali leygardagin, og tað ber við sær, at nú eru tað AB og 07 Vestur, sum bæði vunnu hesa ferð, sum eru á tveimum teimum fremstu plássunum.
TB tapti 1-0 á Argjum. TB venjarin, Jón Johannesen, segði undan vikuskiftinum í samrøðu við Suðurrás, at hetta var síðsti møguleikin hjá hansara liði. Um TB ikki vann á Argjum, so varð eingin vón fyri uppflyting í ár. Við at hyggja at støðutalvuni er skjótt at verða samdur við TB venjaran í hesum.
AB er fremsti favoritturin, tí argjamenn eru einsamallir á toppinum. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at tað skjótt skal snara annan veg. Komandi vikuskifti er eingin dystur í Formuladeildini, tí landsliðið fer at spæla á útivølli. Men tað verður fult umfar í næstbestu deildini.
Tá verður lyklauppgerðin í Sørvági, har AB fer at vitja. Fyrr í ár vann 07 Vestur 4-3 á heimavølli ímóti AB. Tað eru eisini aðrar uppgerðir, sum mugu roknast at vera lyklauppgerðir. Eitt nú skal 07 Vestur spæla á Sevmýri annan leygardag, 20. september fer AB at vitja á Vágseiði, og 27. september fer 07 Vestur at vitja í Vági.