07 Vestur er topplið í 1. deild eftir fýra umfør. 07 Vestur hevur framvegis ikki tapt, og liðið er trý stig frammanfyri næstu avbjóðararnar. Millum hesar er TB, sum saman við 07 Vestur, KÍ og FC Hoyvík eru einastu liðini, ið kunnu flyta upp.
Í dag fær 07 Vestur vitjan av TB. Talan verður um lyklauppgerð á tann hátt, at um tað eydnast 07 Vestur at vinna, so verður stigamunurin frá vágamonnum og aftur til TB seks stig. Um tað eydnast TB at fáa fult í Sørvági, so verður tað javnt í stigum millum 07 Vestur og TB.
Allir dystirnir í dag vera klokkan 15 uttan tann í Klaksvík. Fyrsta bríkslið har norðuri verður klokkan 17, tá ið teir næstbestu í EB/Streymi við fyrrverandi KÍ álopsspælaranum, Olgari Danielsen, á odda, koma á vitjan.
KÍ-EB/Streymur: Johan P. Michelsen kl. 17.00
07 Vestur-TB: Rói Jacobsen kl. 15.00
Víkingur-HB: Birgir Sondum kl. 15.00
B68-AB: Jón Kári í Brekkuni kl. 15.00
NSÍ-FC Hoyvík: Alex Troleis kl. 15.00
Støðam eftir 4 umfør
07 Vestur 10 stig
KÍ, Víkingur, TB og EB/Streymur 7 stig
HB 6 stig
NSÍ og AB 3 stig
FC Hoyvík og B68 2 stig