Lyklauppgerðin verður á Argjum

Tað eru AB og B68, sum seinnapartin vitjar á Argjum, ið kappast um at vinna uppflyting

Fult umfar er í næstbestu fótbóltsdeildini seinnapartin. NSÍ og KÍ kappast um oddasessin. Í dag fáa teir næstbestu hjá NSÍ vitjan av teimum næstbestu hjá HB, sum við sigri hevur møguleika at blanda seg í toppstríðið. Tann dysturin verður, tá ið oyggjauppgerðin í bestu deildini millum NSÍ og ÍF verður liðug.

 

Tveir dystir vera í Gundadali klokkan 16.00. KÍ er gestur á niðara vølli hjá Giza Hoyvík, sum higartil hevur vunnið tveir dystir – 5-2 á heimavølli ímóti B36 og síðsta leygardag 3-0 á útivølli ímóti ÍF.

Á ovara vølli í Gundadali verður botnuppgerð millum B36, sum higartil hevur vunnið fýra stig, og ÍF sum einki stig hevur vunnið.

 

Víkingur er í Suðuroy, har fyrsta bríkslið á Vágseiði verður klokkan 15. Víkingur er á sætta plássi við tólv stigum, og Suðringar eru á sjeynda plássi við tíggju stigum.

 

AB og B68 eru tey bæði liðini, sum tykjast hava møguleika at vera við í kappingini um heiðursmerkjaplássini og harvið møguleikan at flyta upp. Hesi bæði liðini hittast á Argjum. Bæði liðini hava fimtan stig, men AB hevur spælt ein dyst fleiri enn B68.

Fyri einari viku síðani vunnu bæði liðini á heimavølli. B68 vann 3-0 ímóti toppliðnum NSÍ, meðan AB vann 2-0 ímóti Suðringum.

 

1. deild

Níggjunda umfar

Ídag

NSÍ-HB: Suni Fríði Johannesen kl. 17.30

TB/FCS/Royn-Víkingur: J. Hendrik Ellefsen kl. 15.00

Giza Hoyvík-KÍ: Dagfinn Forná kl. 16.00

AB-B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B36-ÍF: Janus Fossdalsá kl. 16.00

 

Støðan undan níggjunda umfari

NSÍ 19 stig

KÍ 18 stig

AB 15 stig

B68 15 stig

HB 14 stig

Víkingur 12 stig

TB/FCS/Royn 10 stig

Giza Hoyvík 8 stig

B36 4 stig

ÍF 0 stig

NSÍ og ÍF hava spælt níggju dystir, B68 og Giza Hoyvík hava spælt sjey dystir, og hini liðini hava spælt átta dystir